Í dag prátaðu vertirinir við Jens Kjeld Jensen um hansara kærleika fyri sniglum, men eisini um týdningin av at fylgja sínum dreymum.
Hansara ráð til ungdómin er, at ikki hugsa alt ov nógv um tað, sum man ikki dugir. Heldur fokusera uppá tað, sum man elskar at gera. Harafturat metir hann, at man kemur langt, um man hevur fólk rundanum seg við øðrum styrkjum enn ein sjálv/ur.
Eisini práta vit við Brandur Teitsson, ið júst hevur lokið studentarprógv og hevur stovnað egnu fyritøku. Hann ætlar sær ikki at lesa víðari, sum nú er.
Svend hevur, enn einaferð, havt ein politikkara á tráðnum, tí sum hann sigur "einki summar uttan tónleik". Hesuferð við Javnaðarmanninum Kim Durhuus á hinum endanum.
Vertirnir hugleiga um lesnað og hvønn týdning tað hevur ímillum ung í dag.
"Hví lesa til grafikkara, um AI fer at taka yvir tað starvið eitt ár aftaná?"
Vertirinir í dag eru Marianna W. Nagata, Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki.
--------
54:46
Hiit - Amerika, ABBA og Hestoy
Anna Joensen Næs og Angel Nashami góvu sjólívinum eina roynd, tá tær báðar ferðaðust ein túr til Hest við Rib62. Tær hoyrdu mentanina á Hesti, og vórðu "trøllabundnar" í grottum.
Svend Danielsen hevur havt sín fasta tátt í Hiit í summar, har hann hevur tosað við allar 33 tinglimirnar um teirra yndis summarlag.
Í dag prátaði hann við formanninum í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmann, Bárð Á Steig Nielsen, sum ynskti at hoyra Waterloo hjá ABBA.
Í Amerika sker heldur nógv fyri tíðina; millum annað hevur verið nógvur eldur í Maui í Hawaii, Donald Trump er ákærdur fyri 93 lógarbrot, rapparin Tory Lanez er skuldsettur fyri at hava skotið Megan Thee Stallion.
Vertirnir tosa stutt um tað, sum hevur gingið fyri seg í USA hesa vikuna.
Vertirnir í dag eru Marianna Winther Nagata, Petur Sigurð í Króki & Eyðfinn Bogason Lamhuage
--------
55:35
Eitt lesarabræv til fleiri lesarabrøv
Tíðliga á kvøldinum, 13. august 2023, kom eitt lesarabræv út á Vágaportalin, sum síðani tá hevur fingið nógv eygu á seg. Nærri midnátt á sama degi var lesarabrævið deilt á Facebook-síðuni hjá Steffan Klein Poulsen, tinglimur hjá Miðflokkinum, har hann takkar rithøvundan av lesarabrævinum.
Tað fekk kavabóltin á rull. Faroe Islands Minority film festival, LGBT Føroyar og Norðulandahúsið fingu øll sentralar leiklutir í málinum, og vit prátaðu tí við Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Nadiu Abrahamsen, sum er ein av stigtakarunum til FIMFF, og Gunn Hernes, stjóra í Norðulandahúsinum, um málið.
Men alt var ikki bara seriøst. Svend ringdi sjálvandi til ein politikkara og fekk sær eitt gott prát og ikki minst eitt sangynski.
Vertir í dag eru Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki
--------
54:58
Dj Ayphiin vs Dj Marius DC
Vertirnir eru Heri Wang Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge
--------
54:35
TikTok orðabókin
Tað er ikki altíð lætt at fylgja við øllum teimum dagligu hugtøkunum, sum verða nýtt ímillum ung. Eftir hondini eru so nógv orð og hugtøk, at tað er vorðið sítt egna mál, kanska serliga á appini, Tiktok. Og tað eru nokk fleiri við Hera, sum ikki tora at spyrja síni vinfólk hvat hesi hugtøk merkja, við vanda at ljóða sum ein “boomari”.
Tí hava vertirnir í dag gjørt tykkum eina Tiktok orðabók, sum vónandi kann hjálpa tykkum, at gerast kulari ímillum Gen Z.
RIVA var á vitjan í studio 4 og vit prátaðu við Vár Bech Árting og Búa Rouch, sum í løtuni fyrireika dansitvísýningina, Minnisbrot í Norðurlandahúsinum.
Vertir eru Heri Wang Danielsen, Marianna Winther Nagata og Rannvør Fríða Eyðunssdóttir.
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.